
Kom við á ein spennandi busstúr við Yvirhúsinum,sum er mannað av teimum báðum lokalu og søgufróðu oddvitunum, Jens Dalsgaard ogAsfin Sigvardsen. Túrurin byrjar í Runavík og farið verður síðani norðureftireystara armi á Skálafjørðinum, og steðgað verður við útvald støð, har teirbáðir greiða nærri frá um ymiskt áhugavert og forkunnugt. Leiðin gongur tilFunnings, og har verður ein stutturgongurtúrur í bygdini kaffisteðgur við nýbakaðum pannikøkum.
Túrurin varir 3 tímar, og byrjað verður kl. 13.00 í Runavík(við parkeringsøkið við Bylgjuna). Avmarkað pláss. Kostnaður er 150 kr (+10 kr avgjald), íroknað kaffi ogpannukøkur í Funningi.