18. - 16. apríl 2026

17.00-19.00

Framsýning: UTOPIA

Lamba (skúlin)
Framsýning við myndum hjá Tummas Jákup Thomsen

24. oktober 2025 byrjaði listamaðurin Tummas Jákup Thomsen úr Norðagøtu at leggja myndir út á Facebook við forvitnisliga heitinum Utopia. Litríku myndirnar eru hugtakandi og myndaevnið fer í ymsar ættir og eggjar til undran. Tað tykist, sum at myndaevnið Utopia er ein ótømandi kelda til íblástur hjá listamanninum nú myndirnar í skrivandi stund eru 79 í tali. Allar hesar myndirnar verða framsýndar í hugnaliga skúlanum í Lamba í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. Til ber eisini at ogna sær myndir, ið ikki longu eru seldar.

Framsýningin letur upp mikudagin kl. 17.00, tá ið listamaðurin er til staðar og Kári Sverrisson fer at framføra nøkur løg. Vit bjóða kaffi og okkurt gott afturvið. Framsýningin er opin mikudag, hósdag og fríggjadag, 22.-24. apríl kl.17.00-19.00, og Tummas Jákup er á staðnum og vil fegin skifta orð um myndirnar.

Facebook