18. - 16. apríl 2026

20.00

Gandakellingin úr Skúvoy

Søldarfjørður (Barnagarðurin)
Leikurin um Sáru Malenu, sum Gunnvá Zachariasen framførir tekur okkum góð 100 ár aftur í tíðina og varpar ljós á evnir so sum gandakellingar, fólkasagnir, pátrúgv, happing og marginalisering í samfelagnum.

Sagt varð, at Sára Malena var gandakelling - at hon kundi biðja ilt yvir fólk og fáa vanlukkur at henda. Men var hetta veruliga rætt, ella royndi hon bert at yvirliva í einari tíð, har fátækar, barnleysar einkjur høvdu trupult við at lívbjarga sær? Frásøgnin byggir á skaldsøguna “Sára Malena – seinasta gandakelling í Føroyum” eftir Sólruna Michelsen umframt frásagnir frá Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi.

Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen

Leikurin varir 1 tíma. Avmarkað pláss. Atgongumerki á 100 kr (+10 kr avgjald) á atgongumerki.fo

Facebook