
Sagt varð, at Sára Malena var gandakelling - at hon kundi biðja ilt yvir fólk og fáa vanlukkur at henda. Men var hetta veruliga rætt, ella royndi hon bert at yvirliva í einari tíð, har fátækar, barnleysar einkjur høvdu trupult við at lívbjarga sær? Frásøgnin byggir á skaldsøguna “Sára Malena – seinasta gandakelling í Føroyum” eftir Sólruna Michelsen umframt frásagnir frá Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi.
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikurin varir 1 tíma. Avmarkað pláss. Atgongumerki á 100 kr (+10 kr avgjald) á atgongumerki.fo