
Kvøldarroðin er heiti á tiltaki í Mentanarvikuni í Runavíkarkommunu, har eldri fáa høvi at lurta eftir góðum harmonikutónleiki og søgum, syngja felagssang og fáa sær ein hugnaligan svingom. Tað er HavnarHarmonikufelag, sum stendur fyri tónleiki, felagssangi og søgum hettar kvøldið, og tiltakið er skipað í samstarvið við Eldraráðið fyri Roðan.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
kl. 19.00-20.30: Harmonikutónleikur, søgur og felagssangurvið Havnar Harmonikufelag
kl. 20.30-21.00: Eldraráðið bjóðar kaffi í steðginum
kl. 21.00-22.00: Havnar Harmonikufelag spælir til dans
Ókeypis atgongd