
Sum siðvenja er í mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður sjóneykan sett á føroyska málið, og í ár varpa vit serligt ljós á, hvussu støðan er við føroyska málinum í fjølmiðlunum og um hesir hava sett sær mál hesum viðvíkjandi. Við tveimum framløgum og einum orðaskifti undir leiðslu av Solby A. Christiansdóttir vænta vit okkum eitt viðkomandi og lívligt orðaskifti, har fólk í salinum eisini fáa høvi at seta spurningar.
Framløgur: Rólant Waag Dam og Tóri Slættalíð
Orðaskifti: Magnus Dam, KVF, Eirikur Lindenskov, Sosialurin, Johann Lützen, Norðlýsið
Orðstýrari: Solby A. Christiansdóttir