18. - 16. apríl 2026

09:00-15:00

Ráðstevna: virkin deyðshjálp í Føroyum?

Løkshøll
Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipa í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. apríl 2026 kl. 9.00-15.00.

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nakrar av kjarnuspurningunum, sum knýta seg til virkna deyðshjálp. Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, sambært § 239 og 240 í revsilógini. Tó er sokallað passiv deyðshjálp, sum fevnir um ikki at seta í verk lívsleingjandi viðgerð, ella at geva pínulinnan sum kann framskunda deyðan, ikki revsiverd.

Seinastu árini er virkin deyðshjálp – í ymiskum skapum og undir ávísum treytum - vorðin ein møguleiki í fleiri londum í vesturheiminum. Fyrst í Hollandi og Belgia í 2002, og nú teljast m.a. Kanada (2016), Spania (2021), Ný Sæland (2021), Eysturríki (2022) og fleiri statir í USA eisini uppí. Í grannalondum okkara verður evnið viðgjørt við jøvnum millumbilum, og eitt nú hevur danska stjórnin í heyst sett niður ein arbeiðsbólk at kanna og viðgera møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark. Í hesum rákinum er tað týdningarmikið, at føroyingar eru førir fyri at viðgera hetta álvarsama og torføra málið á upplýstum grundarlagi.

Yvirskipaði spurningurin til ráðstevnuna er sostatt: Hvørji atlit hava týdning, um støða skal takast til, um virkin deyðshjálp skal gerast ein møguleiki í Føroyum?

Á skránni vera fyrilestrar, sum viðgera evnið úr hvør sínum sjónarhorni:

• Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki.

• Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur.

• Jens Wang, løgfrøðingur.

• Gitte Klein, sálarfrøðingur.

• Marita av Steinum, serlækni í lungnasjúkum.

• Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.

• Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum.

• Arni Zachariassen, guðfrøðingur.

Luttøka er ókeypis, og krevur ikki tilmelding. Tó verður ókeypis ábit bjóðað í døgurðasteðginum, og krevur hetta tilmelding við at skriva teldupost til er@er.fo í seinasta lagið 15. apríl.

Ráðstevnan verður stroymd og upptikin.

Facebook