
Ein skapandi og sansalig verkætlan har børnini saman skapa stór sandlistaverk. Verkætlanin byggir á samstarv, hugflog og kensluligt tilknýti til náttúruna. Endaliga listaverkið verður skjalfest fyri síðani at verða strikað burtur av náttúruni sjálvari.
Sandlistin er ein skaldslig løtumynd úr náttúruni sjálvari. Verkstovan verður staðsett við sjóvarstrondina, eitt stað har sandur er. Í samrøðu við børnini verður ein mynd teknað í sandin, og síðani skapa øll við spaka og hugflogi eitt stuttligt og virðismikið listaverk.
Endamálið er at menna sjálvsálit, samstarv og eygleiðingarfatan. Standmyndin verður skjalfest við myndatøku og síðani strikað burtur av havinum sjálvum – ein skaldborin endi á ein skapandi felagsdag.
Feðgarnir Smith standa fyri og leggja lag á.
Týsdagin 21. apríl kl. 10.00-12.00 (Barnagarðsbørn frá Sellini á Skála og Mýrunum í Runavík og dagrøktini í Oyndarfirði)
Týsdagin 21. apríl kl. 12.30-14.30 (Barnagarðsbørn úr Sóljuhjartanum í Søldarfirði)
Mikudagin 22. apríl kl. 12.00-14.00 (Børn úr Frítíðarstovuni Varðin á Skála)
GG! FULLTEKNAÐ