
Í sambandi við myndaframsýningina Utopia hjá listamanninum Tummas Jákup Thomsen, sum verður í Lamba skúla í døgunum 22.-24. apríl, verður skipað fyri áhugaverdum symposium, har fýra fólk fara at skifta orð um evnið Utopia. Talan er um Ivan H. Niclasen, Solveig Hanusardóttir Olsen, Jógvan D.Hansen og Guðrun í Jákupsstovu, sum við støði í søgufrøði, listafrøði, heimsspeki og bókmentafrøði fara at lýsa hugtakið úr ymiskum sjónarhornum. Tiltakið verður í Lamba skúla mikukvøldið 22. apríl kl. 20.00. Avmarkað pláss. Atgongumerki á 100 kr (íroknað kaffi) kunnu keypast á atgongumerki.fo