18. - 16. apríl 2026

13.00-18.00

Verkstova: Dreya ein staka

Glyvrar (BORG)
Kom og dreya ein staka úr træi saman við listamanninum Joel Cole

Joel Cole er listamaður og hevur síðani hann flutti higar úr Amerika fingist við at skapa list úr træi. Nú fáa børn høvi at royna kynstrið og dreya ein staka úr træi heilt eftir egnum mynstri og fáa stakan heim við sær. Joel er á staðnum við sínum dreyibonki og leggur lag á og hevur alt tilfar tøkt, ið brúk er fyri. Tiltakið er fríggjadagin 23. apríl kl. 13.00-18.00 og er vælegnað fyri børn úr seks ára aldri (saman við einum vaksnum). Ásettir eru 30 min. til hvønn bólk á trý børn. Kostnaðurin er 50 kr (+8 kr avgjald) og ein meldar til við at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo - leinkja her á síðuni.

Facebook